Hægri skattainntøkur í Vestmanna

Vestmanna Kommuna hevur fingið væl fleiri skattakrónur í ár í mun til í fjør

 

Í juni mánað í ár fekk kommunan um 3,3 milliónir krónur í kassan í mun til slakar 3,1 millión sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin svarar til 7,1 prosent.

 

Fyri alt fyrra hálvár í 2015 fekk Vestmanna Kommuna eina hækking í skattainntøkunum upp á 5,60 prosent í mun til fyrra hálvár í fjør, og í krónum og oyrum svarar tað til eina góða millión krónur.