Nærum einki er hent við nýggjum grundstykkjum í Kollafirði tey farnu 20 árini.
Jákup Dam, býráðslimur í Tórshavnar kommunu hevur ført fram, at høvdu grundstykki verið til taks í Kollafirði, høvdu 300 – 500 fleiri fólk búð í Kollafirði, enn tey gera í dag.
Nú er tíðin búgvin, at kommunan raðfestir hetta økið hægri.
Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Jákup Dam um hetta málið.