Hægri prísir í duopoli

VINNAN í Sosialinum í dag viðger oljuprísirnar, sum eru fallnir, men helst fara á flog aftur

Sambært Magna Laksáfoss, búskaparfrøðingi við serligum áhuga fyri orkubúskapi, er tað ikki so løgið, at føroysku útsøluprísirnir á bensini og disel ikki hátta sær sum teir donsku í mun til ráoljuprísin. Tað er serliga teir donsku prísirnar, ið føroysku brúkararnir samanbera við.


- Tað eru nógvar orsøkir til, at prísgongdin er ymisk. Føroysku feløgini keypa fyri tað fyrsta ikki ráolju, men ymiskar oljuúrdráttir, og brennievni verður keypt við støði í langtíðar sáttmálum. Tað merkir støðugari prísir, tí prísføll og príshækkingar á spottmarknaðinum, har prísirnir alla tíðina broytast, sláa ikki so skjótt ígjøgnum her heima.

- Men tá tað er sagt, so haldi eg kanska, at prísføllini her heima orsakað av ógvusliga fallandi ráoljuprísinum í seinastuni eru rættiliga spøk, sigur hann.

Lesa meira í vinnublaðnum VINNAN, ið er í Sosialinum í dag. Í blaðnum er tema um oljuprísirnir og oljunýtslu. Vinnuprofilurin hesaferð er stjórin í Faroe Origin, ið er ein av størstu aktørunum í føroyskari fiskivinnu.