Hægri inntøkur – verri úrslit

Úrslitið hjá Atlantic Airways fyri fyrsta ársfjórðing í ár er 5,2 mió verri enn fyri sama tíðarskeið í fjør

Tað er vanligt, at roknskapurin hjá flogfelagnum vísir hall fyrsta ársfjórðing, men í ár er hallið munandi størri, enn tað var fyrsta ársfjórðingin í fjør. Tá var hallið 2,7 eftir fyrstu tríggjar mánaðirnar, meðan tað í ár er 7,9 mió kr. eftir skatt.

 

Í tíðindaskrivi sigur leiðslan í felagnum, at inntøkurnar hækkaðu fimm mió kr. í mun til í fjør, men leiguútreiðslur til flogfør hava verið munandi hægri.

 

Leigutúrarnir hava verið munandi færri til Egyptalands enn ætlað, m.a. tí at ófriður í Egyptalandi hevur havt við sær, at Danmark og onnur lond hava mælt fólki frá at ferðast til Sharm el Sheikh.

 

-Leiguútreiðslurnar til flogfør hava verið hægri enn í fjør, og talið av leigutúrum hevur samstundis verið munandi minni enn upprunaliga ætlað, staðfestir Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflogi.

 

Harumframt er rutuflúgvingin um páskirnar ikki við í fyrsta ársfjórðingi, tí páskirnar lógu í apríl.

 

-Tað ávirkar tølini munandi skeiva vegin, tá ið samanborið verður við 2013, tá páskirnar vóru í mars. Í fjør vóru inntøkurnar frá páskaferðsluni við í fyrsta ársfjórðingi, men tær eru altso ikki við í ár, vísir Jørgen Holme á.

 

Samanumtikið hevði vantandi páskaferðslan í mars við sær, at samlaða ferðafólkatalið lækkaði eitt prosent í fyrsta ársfjórðingi í 2014, tá ið samaborið verður við sama tíðarskeið í 2013. Tillagingar, sum eru í gongd, og fyrireikingar til keypið av partabrøvum frá minnilutaeigarum, hava eisini ávirkað fyrsta ársfjórðing skeiva vegin.

 

Atlantsflog hevði 7,4 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2013, og leiðslan metir, at ársúrslitið verður munandi betri í ár, m.a. tí at nógv flúgving verður í oljuvinnuni.