Hægri endurgjald fyri stórar ferðsluvanlukkur

øll skulu tryggjast fult endurgjald, tá ið talan er um álvarsligar vanlukkur við nógvum offrum

Nú skulu offur fyri ferðsluvanlukku hava betri trygd fyri at fáa endurgjald frá tryggingini.

Landsstýrið er á veg í løgtingið við eini lóg, sum fer at føra við sær, at er talan um umfatandi ferðsluvanlukkur, vera størri krøv sett til endurgjaldið frá tryggingini.

 

Landsstýrið sigur, at tá ið talan er um at fleiri fólk fáa skaða í eini ferðsluvanlukku, er endurgjaldið frá tryggingini í mesta lagi 50 milliónir krónur.

Tað merkir, at eru nógv offur, fáa tey kanska ikki fult endurgjald, tí hámarkið fyri, hvussu stór upphæddin kann vera tilsamans, er 50 milliónir krónur.

Er talan um materiellan skaða, er mesta endurgjaldið frá tryggingini í mesta lagi 10 milliónir krónur.

 

- Hugsast kann, at ein bussur, fullur av yngri fólki, ella fólki í vinnuførum aldri, verður fyri vanlukku, og nógv fólk verða illa løstað, ella lata lív, kann samanhópaða upphæddin fara upp um 50 milliónir krónur.

Tí ætlar landsstýrið, at nú skal hámarkið hækkað úr 50 milliónum, sum tað er nú, upp í 114 milliónir krónur.

Og er talan um materiallan skaða, hækkar hámarkið fyri endurgjaldinum úr 10 milliónum krónum, sum tað er nú, upp í 23 milliónir krónur.

Samstundis skulu upphæddirnar hækka av sær sjálvum, alt eftir, hvussu prísgongdin er í samfelagnum.