Haðani kemur kjøtið til Føroya

Hendan myndin er tikin í Port Chalmars í New Zealandi, og skipið er Lexa Maersk.

 

Tað er Jørgen Jørgensen, ofta nevndur Jørgen Slagter, í Miklagarði í SMS, sum eigur myndina. Miklagarður innflytur nógv neytakjøt til kræsnar føroyingar, og tað kemur hinumegin klótuna líka úr New Zealandi.

 

Um ferðina hjá kjøtinum skrivar Jørgen Slagter:

 

– So er bingjan við feskum oksakjøti umborð á Lexa Maersk í Port Chalmars í New Zealandi. Skipið siglir til Malaysia, har bingjan verður flutt umborð á Mette Maersk, sum kemur til Århus 23. mars. Síðani verður bingjan flutt umborð á Góðafoss, sum kemur á Havnina 26. mars.

 

Ein drúgvur túrur – at nøkta svongdina hjá kræsnum føroyingum má sigast.