Hackney Colliery Band vóru stuttligir

Døgg Tyril hevur verið á G! hvørt ár síðani hon var trý ár, men talan er um fyrstu ferð hjá Remi Rógvason Rasmussen.

Tað er hugnaligt at vera her og tosa við fólk. Stemningurin er øgiliga góður, siga tey bæði.


Tað er í kvøld at høvuðsnavnið, Dizzy Mizz Lizzy, fer á pall, men tað er ikki danski bólkurin, ið dregur tey bæði á G!


- Vit kenna ikki Dizzy Mizz Lizzy, men tað var stuttligt á Spæliplássinum í gjár, tá Hackney Colliery Band framførdi, og vit gleða okkum eisini til at hoyra T.O.S. í dag.