Tað segði løgreglan í Santa Fe í amerikanska statinum New Mexico á tíðindafundi í gjár, sambært tíðindastovuni Reuters.
Hjúnini og ein av hundunum hjá teimum vórðu funnir deyðir mikudagin. Sambært løgregluni kom seinasta signalið frá pacemakeraranum hjá Hackman 17. februar.
Deyðsorsøkin er ikki ásett enn, varð kunngjørt mikudagin.
Men ein patologur hevur útilokað, at parið doyði av kolmonoxideitran.
Løgreglan endurtók eisini, at tey halda ikki, at nakað brotsverk er farið fram.
Gene Hackman fylti 95 ár. Kona hansara, klaverleikarin Betsy Arakawa, var 64 ára gomul.
/Ritzau/