Hacking: Loyniorð til føroyskar teldupostar liggja á netinum

Í nátt hevur hackarabólkurin, ið kallar seg Anonymous, hackað seg inn á tíggju føroyskar heimasíður og hevur eisini almannakunngjørt loyniorðið hjá fleiri føroyskum brúkarunum.

Anonymous er farin í herferð móti grindadrápið. Herferðin verður rópt, #OpHarpoon, og hevur til endamáls at fáa føroyingar at gevast við at drepa grind. Millum heimasíðurnar, ið eru raktar av álopinum er heimasíðan hjá Rás2.

Hackarabólkurin hevur somuleiðis lagt ein lista út á netið, har teir leggja fram loyniorð á føroyskum teldupost adressum.

Listin sæst HER