Tað var fyri einum tveimum árum síðani, at ein hackari skapti gølu í Hollywood, tá hann fekk atgongd til privatar myndir av fleiri kendum og minni kendum filmsstjørnum, umleið 100 í tali. Millum myndirnar vóru eisini fleiri, har stjørnurnar vóru meiri og minni úrlatnar.
Maðurin hackaði seg inn á teldupostar og fartelefonir hjá stjørnunum. Nú hevur hann møtt í rættinum og dómurin er klárur. Hann skal inn at sita í níggju mánaðir.
Millum stjørnurnar, sum vóru raktar av gøluni, var Jennifer Lawrence. Tá hon langt um leingi fann dirvi til at úttala seg um málið, hon tók sær hetta sera nær, var hon púra greið í sínum máli.
- Hetta er andstyggiligt. Hetta er ikki bara ein gøla, hetta er eitt seksuelt brotsverk, segði hon við Vanity Fair í oktobur 2014.