Haaland skoraði aftur hattrik

Premeir League: Manchester City hevur ikki uppgivið at vinna enska meistaraheitið

Tveir dystir í 20. umfari í Premier League hava verið í dag klokkan 14. Manchester City og Erling B. Haaland vunnu 3-0 á Wolverhampton, meðan Leeds United og Brentford deildu stigini í málleysum javnleiki.

 

Manchester City er, undan toppdystinum millum Arsenal og Manchester United, tvey stig aftanfyri oddaliðið Arsenal. Tað gekk tó rúm tíð í fyrra hálvleiki, áðrenn Manchester City fekk hol á móti Wolverhampton, sum er í niðurflytingarvanda.

 

Stutt fyri hálvleik eydnaðist tó. Kevin De Bruyne sendi bóltin í høvdið á Erlingi B. Haaland, sum leyp hægri enn verjuspælarin hjá Wolverhampton og stútaði bóltin í málið. Bara fimm minuttir inn í seinna hálvleik bleiv dysturin at kalla avgjørdur, tá İlkay Gündoğan bleiv feldur í brotsteiginum. Erling B. Haaland umsetti til mál.

 

Løtu seinni gekk heilt galið hjá gestunum, tá málverjin spældi bóltin beint í føturnar á Riyad Mahrez. Hann trillaði bóltin tvørturum til norsku heimsstjørnuna, sum takkaði fyri og skoraði til 3-0. Hetta er fjórðu ferð, at Erling B. Haaland skorar hattrik í hesum kappingarárinum.

 

Premier League 20. umfar:

 

Liverpool – Chelsea 0-0

 

Bournemouth – Nottingham Forest 1-1

 

Leicester City – Brighton 2-2

 

Southampton – Aston Villa 0-1

 

West Ham – Everton 2-0

 

Crystal Palace - Newcastle

 

Sunnudagin:

 

Leeds United – Brentford 0-0

 

Manchester City – Wolverhampton 3-0

 

Arsenal – Manchester United

 

Mánadagin:

 

Fulham - Tottenham

 

1Arsenal18152142:1447
2Manchester City20143353:2045
3Newcastle20109133:1139
4Manchester Utd19123430:2239
5Tottenham20103739:3133
6Brighton1994637:2731
7Fulham2094732:2931
8Brentford2079432:2830
9Liverpool1985634:2529
10Chelsea2085722:2129
11Aston Villa2084823:2728
12Crystal Palace2066818:2724
13Nottingham F.2056916:3521
14Leicester20531228:3518
15Leeds1946926:3318
16West Ham20531217:2518
17Wolves20451112:3017
18Bournemouth20451119:4217
19Everton20361115:2815
20Southampton20431317:3515