Fyri fyrstu ferð síðani 2006 skal liðið hjá Rógva Baldvinsson og Noah Mneney, Bryne spæla Play Off dystir um uppflyting til bestu norsku fótbóltsdeildini.
Leygarkvøldið klokkan 18 spælir Bryne Play Off dyst á útivølli móti Start Kristiansand. Vinnarin av dystinum skal spæla Play Off dyst móti Kristiansund.
Stóra álopsstjørnan hjá Manchester City, Erling Braut Haaland sum spældi við Bryne sum barn og sum unglingi millum 2005 og 2017 ætlar at gera sítt til at Bryne megnar at vinna á Kristiansand.
Norska TV2 skrivar, at Erling Braut Haaland hevur bjóðað at rinda tokferðaseðilin hjá øllum Bryne-fjepparum, ið ferðast til Kristiansand fyri at heppa á Bryne.
Higartil hava 200 fjepparar boða frá, at tey fara at ferðast til Kristiansand at stuðla Bryne, og óannsæð hvussu mong tey vera, so rindar Erling Braut Haaland ferðina til Kristiansand, og ferðina heimaftur.
Í skrivandi stund kostar ein tokferðaseðil Bryne-Kristiansand og heimaftur 698 norskar krónur, so tað verður fitt av peningi Erling Braut Haaland kemur at rinda fyri at tryggja sær, at barndómsfelagið verður væl stuðlað kring leikvøllin í Kristiansand komandi leygarkvøld.











