Haaland fór við Gerd Müller virðislønini

Erling Braut Haaland skoraði 56 mál í farna kappingarárið

Illustrerað mynd frá norska TV2

Norski stjørnuáleyparin, Erling Braut Haaland gjørdist ov stuttur til at vinna Ballon D´or.

 

Men toppskjútta-virðislønina sum nevnist Gerd Müller virðislønin kundi eingin taka frá norðmanninum.

 

Í farna kappingarárið skoraði Erling Braut Haaland ikki færri enn 56 mál, og vann við liði sínum, Manchester City bæði Premier League, Champions League og FA Cup kappingina.

 

Føroyar fáa "æruna" at spæla móti Noregi og Erlingi Braut Haaland á Ullevaal leikvøllinum í Oslo hóskvøldið 16. november.

 

Argentinski landsliðsmálverjin, Emiliano Martinéz vann Yashin-virðislønina fyri at vera tann besti málverjin. 

 

Enski Real Madrid leikarin, Jude Bellingham vann Kopa-virðislønina sum tann besti leikarin undir 21 ár.

 

 

 

 

 

 

 

Illustrerað mynd frá norska TV2