Håkan: Vónbrotið er stórt men eg eri stoltur av spælarunum

(FM1) Hoyr landsliðsvenjaran seta orð á kanska harmiligasta tapið higartil hjá honum sum føroyskur landsliðsvenjari

Mynd: Bjarni Enghamar

Mynd: Bjarni Enghamar

##med2##

 

Fyri Håkan Ericsson, landsliðsvenjara var 0-1 tapið fyri Skotlandi tað mest harmiliga higartil hjá honum sum føroyskur landsliðsvenjari. Sjálvt um tað lutvíst minti um 0-1 tapið fyri Danmark, so kendi Håkan eitt minni vónbrot aftaná 0-1 tapið fyri Danmark enn hann gjørdi í kvøld.

 

Men Håkan er stoltur av sínum monnum og tí megnar arbeiðsavrikinum teir framdu, ikki minst er Håkan fegin um verjuavrikið, og hann vísir á, at skotar megnaðu bara at fáa tvey góð innlegg inn í føroyska brotsteigin í kvøld.

 

Håkan heldur, at avrikini í teimum seinastu dystunum avgjørt er nakað sum byggjast kann á í framtíðini.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Håkan Ericsson.

 

Føroyar – Skotland 0-1 (0-0)

 

0-1: Lyndon Dykes 86. 

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal (Hørður Askham, 58.), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (Petur Knudsen, 59.) – Hallur Hansson (John Frederiksen, 91.), Brandur H. Olsen, Gunnar Vatnhamar, Ári Mohr Jónsson – Jóan Símun Edmundsson (Klæmint A. Olsen, 93.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Gunnar Nielsen, Mattias H. Lamhauge, Jóannes K. Danielsen, Jóannes Bjartalíð, Sølvi Vatnhamar, Tróndur Jensen, Hannes Agnarsson

 

Gult kort: Brandur Hendriksson Olsen

 

Venjari: Håkan Ericson

 

Hjálparvenjari: Eli Hentze

 

 

 

 

 

Mynd: Bjarni Enghamar

Mynd: Bjarni Enghamar