Håkan: Til lukku KÍ, Gunnar og Klæmint

Manslandsliðið: Landsliðsvenjarin fegnast um, at hann aftur kann ynskja til lukku

Håkan Ericson hevur valt hópin, sum skal spæla móti Póllandi og Kekkia í komandi landsliðsumfarinum. Bartal Wardum og Petur Knudsen eru millum teirra, sum ikki vóru við seinast, meðan Teitur M. Gestsson og Gilli Rólantsson sita yvir við skaða.

 

Landsliðsvenjarin plagar at byrja tíðindafundirnar við at hugleiða eitt sindur um føroyskan ítrótt. Eitt skiftið ynskti hann tveir tíðindafundir upp í slag føroyska hondbóltslandsliðnum til lukku. Hann ynskti tá, at hann eisini skjótt fór at kunna ynskja føroyskum liðum til lukku.

 

- Í dag fari eg at byrja við at ynskja KÍ til lukku við FM. Eg fari eisini at ynskja Gunnari Vatnhamar til lukku við greipuni í Íslandi og Klæminti A. Olsen til lukku við fyrstu føroysku málunum í einum evropeiskum bólkaspæli, segði Håkan Ericson.

 

KÍ tryggjaði sær í gjár meistaraheitið við 5-0 sigri á ÍF, samstundis sum B36 tapti heili 6-0 í Sarpugerði móti Víkingi. Gunnar Vatnhamar hevur í ár vunnið greipuna við íslendska Víkingi Reykjavík og í Klæmint A. Olsen skoraði bæði málini hjá Breiðabliki í fyrsta umfari í bólkaspælinum í Conference League. Hann er fyrsti føroyingur at skora í einum evropeiskum bólkaspæli.

 

Hópurin:

 

Mattias H. Lamhanuge, B36

 

Báður á Reynatrøð, Víkingur

 

Bjarti V. Mørk, HB

 

 

 

Verjan:

 

René Shaki Joensen, KÍ

 

Jóannes K. Danielsen, KÍ

 

Viljormur Davidsen, HB

 

Ári M. Jónsson, HB

 

Odmar Færø, KÍ

 

Bartal Wardum, HB

 

Sonni Ragnar Nattestad, B36Hørður Askham, AB (Danmark)

 

Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)

 

 

 

Miðjan:

 

Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)

 

Jákup B. Andreasen, KÍ

 

Andrass Johansen, B36

 

Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (Írland)

 

Jóannes Bjartalíð, Frederikstad FK (Norra)

 

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

 

Hanus Sørensen, HB

 

Brandur Hendriksson, Fredrikstad FK (Norra)

 

 

 

Álop:

 

Klæmint A. Olsen, Breiðablik (Ísland)

 

Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)

 

Petur Knudsen (USA)

 

Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)