Håkan: Tí er Teitur ikki við

Manslandsliðið: Tað kom sum ein kvøkkur, at Teitur M. Gestsson ikki er við landsliðnum hesa ferð

Håkan Ericson hevur í dag úttikið landsliðið til dystirnar móti Norra og Albania, sum verða ávikavist 16. novembur og 20. novembur. Tann fyrri er ein venjingarlandsdystur og tann seinni er ein EM-undankappingardystur.

 

Tað kom sum ein lítil kvøkkur á Tórsvølli, tá tað gjørdist greitt, at Teitur M. Gestsson ikki var úttikin. Hann vann so seint sum leygarkvøldið steypafinaluna móti B68. Landsliðsvenjarin sigur, at tað er ein felags avgerð, at Teitur M. Gestsson ikki er við.

 

- Tað er ein felagsavgerð, at hann ikki er við hesaferð, men hugsavnar seg um at blíva hundrað prosent klárur til komandi kappingarár, sigur Håkan Ericson.

 

Teitur M. Gestsson hevur sitið uttanfyri við skaða ein part av árinum í ár, men hann hevur spælt seinastu umførini fyri HB. Málverjarnir eru Mattias H. Lamhauge, Bárður á Reynatrøð og Bjarti V. Mørk.

 

Hópurin:

 

Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn

 

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

 

Bjarti Vitalis Mørk, HB Tórshavn

 

René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík

 

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík

 

Viljormur Davidsen, HB Tórshavn

 

Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn

 

Odmar Færø, KÍ Klaksvík

 

Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn

 

Hørður Askham, AB (Danmark)

 

Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)

 

Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)

 

Mads Boe Mikkelsen, KÍ

 

Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík

 

Andrass Johansen, B36 Tórshavn

 

Adrian Justinussen, HB

 

Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg)

 

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

 

Hanus Sørensen, HB Tórshavn

 

Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)

 

Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)

 

Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)

 

Petur Knudsen, El Paso (USA)

 

Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)