Føroyska manslandsliðið hevur í dag havt sína einastu venjing í Pristina, undan venjingarlandsdystinum móti Kosovo í morgin. Tað verða broytingar á føroyska liðnum lovar Håkan Ericson.
- Eg vænti at tað verða tríggjar ella fýra broytingar, sigur Håkan Ericson á tíðindafundinum undan venjingini.
Eitt er greitt og tað er at nýggjur málverji verður. Gunnar Nielsen fór heim eftir dystin í Kekkia við pínu í knænum. Tí verður tað antin Mattias H. Lamhauge ella á Bárður á Reynatrøð , sum byrja í málinum. Tó er ein møguleiki, at teir fáa hvør sín hálvleik.
- Ja, tað ein møguleiki, sigur Håkan Ericson, tá Agnar Prestá frá Portalinum setti hann tann spurningin.
Seinni í kvøld gita vit liðið til dystin í morgin klokkan 17. FM1 hevur beinleiðis frásøgn.