Håkan: Jóan Símun byrjar ikki

Landsliðið: Landsliðsvenjarin vil ikki út við hvørjari spælskipan føroyska liðið spælir við í kvøld

##med2##

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin omanfyri

 

Tað er í kvøld klokkan 19.45, at føroyska landsliðið setur hol á nýggju Nations League kappingina. Í upptaktini á venjingarleguni hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, tosa nógv um at føøroyska liðið skal longur fram á vøllin.

 

Móti londum sum Eysturríki, Skotlandi og Danmark byrjaði føroyska liðið við fimm í verjuni. Til Nations League kappingina, har vit eru í bólki við Turkalandi, Litava og Luksemborg, hevur hann lagt upp til, at vit fara aftur til fýra í verjuni, fyri at fáa fleiri spælarar fram á vøllin, men er tað ein dystir, har hann skal víkja frá, so er tað móti Turkalandi á útivølli.

 

- Eg vil ikki siga nakað enn. Eg veit ikki hvussu fyrireikaðir Turkaland eru og um teir fylgja við, men eg vilji at halda kortini tætt. Eg kann siga so mikið sum, at eg havi tikið støðu, men tit fáa hana ikki at vita fyrr enn liðið kemur út, sigur Håkan Ericson.

 

Heini Vatnsdal vandi ikki í gjár, men er tøkur til at spæla nakrar minuttir í dag. Meinhard E. Olsen fekk eitt spark í andlitið og fór at bløða í eygnalokinum.

 

- Tað sær álvarsligari út, enn tað er. Einasta avbjóðingin er um tað verður hovið, so hann ikki sær, sigur Håkan Ericson.

 

Landsliðsvenjarin er fegin um, at Jóan Símun Edmundsson nú er klárur aftur, men boðar frá, at hann ikki byrjar inni í kvøld. FM1 hevur beinleiðis frásøgn og byrjar at senda klokkan 18.45.

 

##ms##