Føroyski landsliðsvenjarin Håkan Ericson er nøgdur, nú tað eydnaðist at vinna størsta sigur, sum føroyska liðið nakrantíð hevur vunnið.
-Í gjárkvøldið høvdu vit spurnarkapping. Tá var ein av spurningunum, hvussu stórur størsti føroyski sigurin var. Svarið var við trimum málum. Tá settu vit okkum í tí eitt sindur fjalda fyri, at vit í kvøld skuldu seta met. Tað gekk ikki væl fyrstu løtuna, men eftir at Liktinstein hevði skorað, vaknaðu spælararnir, eftir at tað fyrstu løtuna var ov deydligt, sigur Håkan Ericson.
Og hann leggur aftrat:
-Vit arbeiddu við nógvum ymsum møguleikum, og sum tíðin leið, riggaði alt betur og betur. Vit hava virðing fyri mótstøðuliðnum, men talan var ikki um panikk, men heldur mentu okkara seg, síðsta tíman høvdu vit fult og heilt tak á spælinum, vit spældu okkum til nógvar møguleikar, og vit eru ógvuliga væl nøgdir við søguliga sigurin, sigur Håkan Ericson, landsliðsvenjari.
Og hvussu verður í heyst, tá ið nógvir landsdystir eru á skránni?
-Hesar dagarnar hava vit ikki bara spælt tveir dystir, men vit hava verið saman sum lið og hópur. Tað hevur stóran týdning fyri dystirnar, sum vera í heyst, sum vit vita verða heilt øðrvísi dystir, enn hesin í kvøld var, sigur venjarin.