Håkan: Eg eri nøgdur

FM1: Håkan Ericson er nøgdur við landsliðsumfarið hesaferð

##med2##

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin

 

Føroyska manslandsliðið endaði landsliðsumfarið við at spæla 2-2 móti Luksemborg á Stade de Luksemborg í kvøld. Jóannes Bjartalíð skoraði bæði málini.

 

Landsliðsvenjarin hjá okkum, Håkan Ericson, er nøgdur við tey fýra stigini og landsliðsumfarið. Tað hava bara verið tvær venjingar, har ein spælari hevur sitið yvir við skaða. Hartil er øll ferðing og annað gingin væl. Hann er eisini nøgdur við javnleikin í dag, sjálvt um vit lata ov bílig mál inn.

 

- Á útivølli, har teirra málverji er dagsins spælari, so er ein javnleikur ein góðkent úrslit. Vit koma eisini aftur í aftur, sigur Håkan Ericson.

 

Hann tosar eisini í samrøðuni um Jóannes Bjartalíð, og hví hann ikki hevur spælt fyrr. Landsliðsvenjarin heldur millum annað, at Jóannes Bjartalíð ikki hevur verið ordiliga skarpur í venjing, og hevur eisini havt onkran skaða.