Håkan: Dómarin hevði onga forkláring

FM1: Landsliðsvenjarin er argur um brotssparkið, men fegin um góðu gongdina, ið tó manglar eitt stórt úrslit

##med2##

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin omanfyri

 

Føroyska manslandsliðið tapti í kvøld 3-2 móti Ísrael í seinasta HM-undankappingardystinum á hesum sinni. Landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, er bæði nøgdur og ónøgdur.

 

- Eg sigi næstan bara tað sama við spælararnar í ár. Tað er partvís gott, og tað er partvís minni gott. Í dag koma vit væl aftur í dystin, men eg eri eitt sindur ónøgdur við dømingina í samband við brotssparkið, og at tað bara verða tríggir minuttir lagdir afturat, sigur Håkan Ericson, og leggur afturat:

 

- Eg tosaði við dómarin aftaná og spurdi hann um brotssparkið. Hann segði, at hann var noyddur at døma tað, tí Odmar Færø gjørdi seg stóran. Eg spurdi hann eisini, hvussu hann kundi bara leggja tríggjar minuttir afturat, tá vit bíðaðu eina løtu, meðan óviðkomandi fólk runnu á vøllinum. Hann hevði onga forkláring og tað eri eg argur um, sigur Håkan Ericson, ið heldur at vit hava fingið ov fáa marginalar í ár.

 

Í samrøðu við FM1 tekur hann ígjøgnum dystin og gjøgnum HM-undankappingina sum heild. Hann er klárt mest argur um, at tað ikki gekk at fáa stig móti Danmark á Tórsvølli.

 

##ms##