Håkan: Brotssparkið bleiv avgerandi

Manslandsliðið: Landsliðsvenjarin iðrar seg um, at Pólland fekk brotsspark

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Odmar Færø og Robert Lewandowski

Til tíðindafundin á Tórsvølli í dag hugleiddi landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, eitt sindur um farna dyst móti Póllandi, nú teir koma á vitjan hósdagin 12. oktobur.

 

Føroyar spældu í Varsjava í Póllandi í farna landsliðsumfari. Vit taptu 2-0, eftir at Póllandi fekk brotsspark eitt stórt korter fyr tíð. Fyrra málið hjá Roberti Lewandowski bleiv avgerandi, tí heimaliðið var undir stórum trýsti at vinna, men fram til tá gekk illa at umseta yvirvágina.

 

- Vit spæla væl í verjuni móti Póllandi. Tú kanst siga, at vit parkera bussin, tí vit fáa ikki skapt so nógv frammi á vøllinum. Vit hava tíverri ikki hepni við okkum í dystinum. Skulu vit hava nakran kjans at fáa stig í einum slíkum dysti, so mugu vit hava hepni við okkum, sigur Håkan Ericson og leggur afturat:

 

- Tað hepnið hava vit ikki, tá teir fáa brotsspark. Tað er brotsspark, men tað er ein tilvildarlig støða, sum ger at Odmar Færø fær bóltin á hondina. Teir skora og sleppa undan stressinum, sum teir vóru undir tá.

 

- Nakrar minuttir afturat, so vænti eg at vit høvdu klárað tað, er niðurstøðan hjá Håkani Ericson.

 

Føroyar skulu spæla móti Póllandi á Tórsvølli hósdagin 12. oktobur, og móti Kekkia í Plzen 15. oktobur.

 

Hópurin:

 

Mattias H. Lamhanuge, B36

 

Báður á Reynatrøð, Víkingur

 

Bjarti V. Mørk, HB

 

Verjan:

 

René Shaki Joensen, KÍ

 

Jóannes K. Danielsen, KÍ

 

Viljormur Davidsen, HB

 

Ári M. Jónsson, HB

 

Odmar Færø, KÍ

 

Bartal Wardum, HB

 

Sonni Ragnar Nattestad, B36

 

Hørður Askham, AB (Danmark)

 

Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)

 

Miðjan:

 

Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)

 

Jákup B. Andreasen, KÍ

 

Andrass Johansen, B36

 

Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (Írland)

 

Jóannes Bjartalíð, Frederikstad FK (Norra)

 

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

 

Hanus Sørensen, HB

 

Brandur Hendriksson, Fredrikstad FK (Norra)

 

Álop:

 

Klæmint A. Olsen, Breiðablik (Ísland)

 

Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)

 

Petur Knudsen (USA)

 

Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Odmar Færø og Robert Lewandowski