##med2##
Føroyska manslandsliðið skal í annaðkvøld klokkan 19.45 spæla móti Danmark í Parkini. Føroyska liðið er uttan nakrar profilar, men Håkan Ericson er vónríkur um eitt gott avrik. Millum teirra, ið ikki eru við, er Brandur Hendriksson, Gilli Rólantsson og Ári M. Jónsson.
- Brandur verður ringur at avloysa, men vit finna eina góða loysn. Gilli er heldur ikki við, men tað er René Shaki Joensen, sum hevði leikbann seinast. Tað er harmlig, at Ári M. Jónsson ikki er við, eftir tveir góðar dystir, sigur Håkan Ericson.
Hann ræðist ikki Danmark á útivølli og leggur dent á, at hetta er umstøður sum spælarar elska at spæla í. Meðan danski landsliðsvenjari, Kasper Hjulmand, tosar um leikferð, so heldur Håkan Ericson at lykilin verður heldur neyvleiki og teknikkur.
- Tað verður fult hús í Parkini og vit fara at fyrireika spælararnar til at spæla í slíkum umstøður, men hetta eru umstøður sum spælararnir droyma um at spæla í. Vit eru vanir við at spæla í høgari leikferð. Tað sóu vit móti Skotlandi og Eysturríki, sigur Håkan Ericson.
Dysturin millum Danmark og Føroyar verður í annaðkvøld klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.