Talan er um eina framsýning við 20 málningum, har myndevnini eru føroysk.
Erik Haagemann, sum er búsitandi í Keypmannahavn, er hálvur føroyingur. Mamman er ættað úr Trongisvági. Umframt at hann er útbúgvin skúlalærari, er hann eisini bachelor í listasøgu.
Hetta er fjórðu ferð síðan 2001, at Haagemann hevur framsýning í Smiðjuni. Framsýningin er opin til og við mikudagin 21. juli. Allar dagar frá kl. 13-18.