H71 við í oddin

H71 vann tryggan sigur, tá teir í dag høvdu vitjan av StÍF

H71 hevur við sigri á StÍF lagt seg ájavnt Kyndli í dystinum um at vinna seg fram á eitt pláss í FM-finaluni.

 

Avgerandi løtan í dystinum var fyrsta korterið av seinna hálvleiki, tá heimaliðið veruliga legði sjógv millum seg og mótstøðuna.

 

Fyri steðgin leikaði javnt á, og eitt skifti var tað StÍF, sum hevði munin. Hoyvíkingarnir megnaðu tó at vinna seg framum, áðrenn farið varð til hálvleiks, og eftir steðgin fingu teir nógv betru byrjanina.

 

Seinastu løtuna fekk StÍF nøkur mál á rað, so teir kundu minka um munin, men veruligan spenning megnaðu teir ikki at skapa.

 

H71-StÍF 30-25 (16-13)