Tað boðar heimasíðan hjá felagnum frá. Petur Mittún og Halgir Dahl Olesen hava staðið á odda fyri liðnum í nøkur ár nú. Úrslitini hava verið á góðari leið og menningin í felagnum er at fáa eyga á.
H71 skrivar:
H71 gleðist um, at teir taka enn eitt tørn, tí samtíðis sum teir eru serstakliga kompetentir og arbeiða væl saman og mynda felagið væl úteftir, so tryggjar felagið sær gott støðufesti, sum ofta er ein mangulvøra í nútímans ítrótti.
Fyrr í vikuni kunngjørdi H71, at liðið eisini verður styrkt við Peter Krogh úr Danmark. 24 ára gamli danskarin verður mettur sum ein styrkur til núverandi liðið. H71 vann í ár silvur í landskappingini.









