H71 vann við einum máli

Fýra tær fyrstu steypafinalurnar hjá teimum yngru eru spælar í dag

Fyri løtu síðan vann H71 a finaluna hjá dreingjum 12. Finalan var móti Kyndli. Talan var um eina spennandi finalu, sum ikki bleiv avgjørt fyrr enn í seinasta sekundinum, tá Kyndil brendi brotskast.

 

Høllin var stúgvandi full og tað kundi eins væl verið finalan hjá teimum vaksnu, so nógv áskoðararnir og spælararnir løgdu fyri. Kyndil var á odda at kalla allan vegin, men í evstu løtu legði H71 seg á odda, eftir at Kyndil fekk tvær útvísingar.

 

Kyndil fekk ein seinasta møguleika at javna, men brotskastið brast á stongina og út.

 

Fyrr í dag fekk H71 gullheiðursmerki í aldursbólkinum Gentur 10. Tær vunnu 10-5 á Neistanum. Síðani vann Team Klaksvík fyrsta gullheiðursmerkið í søgu felagsins, tá dreingir 12 liðið vann 10-4 á H71 b.

 

Kyndil hevur eisini vunnið eitt steypagull í dag. Tað var í aldursbólkinum Gentur 12, har a-liðið hjá Kyndli vann 10-8 á VÍF.

 

Steypafinalur:

 

Gentur 10:

Neistin a – H71 A 5-10 (1-6)

 

Dreingur 12:
H71 b – Team Klaksvík 4-10 (2-5)

 

Gentur 12:
VÍF – Kyndil a: 8-10 (3-4)

 

Dreingir 12:
H71 a – Kyndil a 12-11 (4-6)