H71 hevur framvegis beina kós móti FM finaluni, men tað var við bit og slit, at hoyvíkingar megnaði at basa Neistanum. Tað endaði við, at H71 vann 20-19.
Ein dystur hevur verið í Atlantic Airways deildini hjá monnum í kvøld. Neistin tók í høllini á Hálsi móti H71, sum hevur eyguni eftir øðrum FM finalu plássinum.
H71 tók tíðliga í dystinum leiðsluna, sum var um tvey til trý fram til hálvleik. Støðan í hálvleikinum var 12-9 til gestirnar úr Hoyvík. H71 kom upp á 15-10, men so gjørdi Neistin ein vørr og minkaði niður eitt mál.
Tað eydnaðist ongantíð Neistanum at java og tað endaði við, at H71 vann 20-19, eftir at hava verið á odda 20-18.
H71 er nú fimm stig frammanfyri VÍF, sum er nærmasti kappingarneyti
Neistin: Teitur Magnusson 5, Jugoslav Djumic 4, Sjúrður Thomassen, Terji Mørk 2, Torstein Balle 2, Kristian Dulavík 1, Beinir í Ólavstovu, Rógvi Nolsøe 1
H71: Rógvi Sørensen 5, Ári J. Olsen 4, Bogdan Florea 4, Rúni Højgaard 3, Hans Kári Hansen 2, Niels Viggo Niclasen 1, Sigmundur Nolsøe 1
Støðan:
1. KÍF 31(stig)
2. H71 27
3. VÍF 22
4. Kyndil 21
5. StÍF 19
6. Neistin 14
7. Team Klaksvík 0
H71 hevur spælt 20 dystir, meðan øll hini liðini hava spælt 19 dystir.