H71 vann uttan Krogh

FTZ-deildin: Peter Krogh fór tíðliga út við skaða, men hoyvíkingar megnaðu kortini at vinna á neistamonnum

Tveir dystir eru spældir í FTZ-deildini í dag. Í Hoyvíkshøllini var grannauppgerð ímillum H71 og Neistan, meðan hin dysturin eisini var í høvuðsstaðnum, tí at í høllini á Hálsi tók Kyndil ímóti StÍF.

 

H71 kom betri frá byrjan og legði seg skjótt á odda við trimum málum. Hoyvíkingar varðveiddu leiðsluna allan fyrra hálvleik, og var hálvleiksstøðan 13-9 til H71. Fyri H71 var tað ein dyggur smeitur, at stóri, danski stórskjúttin hjá felagnum, Peter Krogh, fór út við skaða eftir eini 10 minuttir. 

 

Í seinna hálvleiki raknaðu neistamenn tó við og fingu minkað munin niður í eitt mál, so støðan eitt skifti bert var 18-17 til H71. At enda vóru hoyvíkingar tó eitt vet betri enn neistamenn og vunnu 22-20.

 

Í høllini á Hálsi var spenningurin ikki heilt tann sami, tí at har kom sigurin hjá kyndilsmonnum ongantíð veruliga í vanda. Kyndil var á odda 16-11 í hálvleikinum og vann at enda 33-29.

 

Stigatalvan í FTZ-deildini sæst niðanfyri. Í klombruni stendur, hvussu nógvar dystir liðini hava spælt

 

1. H71 17 stig (11)

2. VÍF 14 stig (10)

3. Kyndil 14 stig (11)

4. KÍF 10 stig (9)

5. StÍF 8 stig (11)

6. Neistin 8 stig (10)

7. Team Klaksvík 1 stig (10)

 

Málskjúttarnir í dystunum báðum síggjast niðanfyri:

 

H71-Neistin 22-20 (13-9)

 

H71: Hilmar Leon Jacobsen 3, Jónas G. Djurhuus 3, Andor Sivertsen 3, Rúni Vest Højgaard 3, Niklas Højgaard 2, Leivur Mortensen 2, Helgi Hoydal 2, Sigmundur Dahl 1, Sigmundur Nolsø 1, Vilhelm Poulsen 1 og Peter Krogh 1.

 

Neistin: Rói Berg Hansen 5, Teis Horn Rasmussen 4, Herbjørn Lava 3, Christopher Moe 3, Rune Olsen 2, John í Innistovu 1, Andras Joensen 1 og Frank Askildsen 1.

 

Kyndil-StÍF 33-29 (16-11)

 

Kyndil: Hjalti Mohr Jacobsen 9, Tummas Pauli Hanusarson 8, Kristoffur Kristoffersen 4, David Edvardsen 4, Josef Abrahamsen 3, Bartal Klein Olsen 3, Rógvi Dal Christiansen 1 og Hans Áki Dal Christiansen 1

 

StÍF: Pætur Johansen 10, Allan Norðberg 9, Sveinur Justinussen 3, Teitur Nilssen 2, Fríði Djurhuus 1, Pætur Joensen 1, Jógvan Gregersen 1, Borgar M. Persson 1 og Ólavur Joensen 1.