Tað vóru tvey skerd lið, sum skuldu spæla um fremsta plássið í bólki 1 í Faxe Kondi-kappingini hjá monnum, og liðini løgdu heldur ikki alt ov nógv fyri í royndini eftir sigrinum, sum H71 kortini fekk við úrslitinum 24-23.
H71 møtti upp uttan leikarar sum Peter Krogh, Leiv Mortensen og Elias Ellesen á Skipagøtu, meðan VÍF mátti spæla uttan málmaskinuna, Filip Jojic.
Aðrir máttu tí traðka til við málskjótingini hjá VÍF, og tað var Hallur Arason, sum ætlaði sær at lyfta hesa ábyrgd frá byrjan.
Tvær ferðir sveiggjaði lámi bakkurin skotarmin fyrstu løtuna - og legði VÍF á odda 2-0.
Leingi gekk kortini ímillum málini, og H71 fekk javnað til 2-2 við fyrst einum brotskasti og síðani gjøgnumbrotið og góðum lobbi frá høgra bakkinum, Vilhelmi Poulsen, eftir einum átta minuttum.
Høgri bakkurin hjá VÍF vildi ikki standa aftanfyri og legði við sínum triðja máli alt VÍF á odda aftur.
Vilhelm Poulsen svaraði sjálvur aftur við tveimum málum, og tað leikaði javnt á. Bæði millum liðini og høgru bakkarnar báðar.
H71 slapp sær fram um eftir einum 20 minuttum, tá ið Vilhelm Poulsen setti fimta og sætta málið hjá sær í netið til 9-7.
VÍF fekk nú ein smeit, tá ið Andrias Eriksen meiddi sær fótin, og ikki varð førur fyri at spæla longur. Afturvendi Julian Olsen tók sær av høgra vonginum restina av dystinum.
Løtu seinni økti Hilmar Leon Jakobsen upp í 11-7, tá ið hann var spældur í leysari luft og munurin upp á fýra mál helt sær.
Magnus Müller hevði nú tikið yvir í málskjótingini hjá VÍF, og gjørdi sítt ítasta fyri at minka um munin áðrenn hálvleikssteðgin við fleiri málum av vinstra bakki.
Men munurin helt sær á teimum fýra. 15-11 til H71 í steðginum.
Vilhelm Poulsen hevði staðið fyri sjey av teimum 15 hjá H71, meðan Magnus Müller hevði skotið seks av teimum 11 hjá VÍF. Hilmar Leon Jakobsen og Hallur Arason høvdu skotið fýra mál fyri hvørt liðið.
Magnus Müller byrjaði seinna hálvleik sum hann endaði. Við at skora.
Men í hinum endanum sluppu hoyvíkingar til víðopnar møguleikar og munurin hevði heldur hug at økjast.
Yvirhøvur tóktist dysturin at snúgva seg meira um spælið enn um úrslitið, og tað tóktist ikki at skaka liðini um mál komu ígjøgnum.
Eingin tóktist at leggja nakað serligt í at fáa fyrimunin av at enda sum nummar eitt í bólkinum, og onkuntíð tóktist tað mest sum ein venjingardystur. Toppskjúttin hjá H71, Vilhelm Poulsen setti seg á bonkin og kom ikki innaftur. Hann fekk einki mál í seinna hálvleiki. Magnus Müller endaði dystin sum toppskjútti við níggju málum fyri VÍF.
Fyri H71 skoraði Pætur Thomsen eisini sjey mál, meðan Hallur Arason og Sjúrður Olsen endaðu við seks málum í part fyri VÍF.
Bíðað var bert eftir at dysturin skuldi enda, so at kappingarnevndin í Hondbóltssambandinum kundi fara undir at leggja hálvfinalurnar til rættis.
Eina lítla løtu miðskeiðis í seinna hálvleiki setti VÍF leikferðina nakað upp, og eydnaðist eisini við at minka niður í tvey mál á muni. Leikferðin minkaði niður afur í einki seinastu tíggju minuttirnar, og munurin helt sær á tveimum og trimum til seinastu løtuna, eftir at serliga H71 fekk trupult við at seta bóltarnar inn.
Við júst einum minutti eftir minkaði Sjúrður Olsen niður í 24-23, og nú høvdu vestmenningar hug at javnleikinum. Men H71 spældi tíðina út, vann dystin 24-23 og endaði fremst í bólkinum.
Sostatt verða hálvfinalurnar í Faxe Kondi-kappingini hjá monnum hesar:
H71 – Neistin
Kyndil – VÍF
Hjá kvinnum verða hálvfinalurnar ímillum júst tey somu feløgini.
Kappingarnevndin skal nú áseta leikdagarnar. In.fo og Ítrottarsosialurin bera skránna víðari tá ið hon er løgd.
Væntast kann at liðini spæla fyrsta dyst miku- og hóskvøld, meðan seinnu dystirnir verða um vikuskiftið.