H71 var mett at vera rímiliga greiður favorittur ímóti Neistanum í steypafinaluni hjá monnum, sum var í høllini á Hálsi í dag kl.16.00. Hetta kundi eisini staðfestast við at hyggja at stigatalvuni í landskappingini, har H71 er oddalið og Neistin er á næstaftasta plássið.
Neistin legði tó djarvt frá landi og leyp hvøkk á H71 við at mansverja Peter Krogh frá allarfyrsta álopi. Álopsspælið hjá Neistanum riggaði somuleiðis væl fyrstu løtuna, og eftir smáum 10 minuttum var Neistin heldur óvæntað á odda 6-3.
Væl hjálpt av eini betraðari H71-verju og øðrum hoyvíkingum, sum trinu fram í álopinum, át H71 seg innaftur á Neistan – somikið nógv, at Hilmar Leon Jakobsen í evstu løtu syrgdi fyri, at H71 slapp til hálvleiks á odda 13-12.
Neistin fekk eina marrubyrjan upp á seinna hálvleik, tí áðrenn seinni hálvleikur var hálvrunnin, so vóru hoyvíkingar frammanfyri við sjey, 20-13. Hesa løtuna riggaði einki hjá Neistanum, og tá ið møguleikar vóru, tók Tóraldur Kollsker í H71-málinum eina ørgrynnu av skotum.
Hóast Neistin royndi at vinna seg innaftur í dystin og megnaði at minka um niður í fýra mál, so streyk H71 avstað aftur og at enda var als eingin ivi. H71 vann finaluna 28-22 og er steypavinnari fyri fyrstu ferð síðani 1998.
Beinleiðis tekstafrásøgnin, sum in.fo hevði frá dystinum, sæst niðanfyri:
Liðugt: 22-28 til H71. Tað er stórur rómur í høllini, har hoyvíkingar savnast á gólvinum og hálsfevnast.
58min.: Tómgongd. Viðhaldsfólkið úr Hoyvík er longu byrjað at feiðra steypagullið.
57min.: Peter Krogh beklar og verður hjálptur av vøllinum. Tíverri fyri H71, so sær hann út til at hava nógva pínu.
56min.: 21-28 til H71. Neistin pyntar um.
56min.: 20-28 til H71. Nú brast fyri nev av høgra vongi, har Hjalti í Jákupsstovu loksins fær bóltin framvið Tóraldi Kollsker. Nú er Jóhan Hofgaard settur í H71-málið.
55min.: 19-28 til H71. Hilmar Leon Jakobsen verður spældur upp og tekur av.
54min.: Hjalti í Jákupsstovu, sum hevur loyst John í Innistovu av, fær eiheldur mál av høgra vongi. Tóraldur Kollsker bjargar og bólturin ber við stongina og út.
53min.: 19-27 til H71. Pætur Thomsen setir beina kós ímóti Neistamálinum og skorar. Sigmundur Dahl hjá H71 hevur fingið tveir minuttir.
53min.: 19-26 til H71. Jugoslav Djumic fær bóltin á strikui og skorar.
52min.: 18-26 til H71. Pætur Thomsen er púra leysur og nú eru seks mál á muni.
51min.: 18-25 til H71. Tóraldur Kollsker er stórspælandi, nú bjargar hann aftur skotroynd frá John í Innistovu. Sigmundur Nolsøe skorar í hinum endanum.
50min.: 18-24 til H71. Tað er danska skotstyrkin, sum heldur H71-leiðsluni í løtuni. Hesaferð Mark Lausen-Marcher við dundurskoti.
50min.: 18-23 til H71. Rói Berg Hansen tuskar út um ytsta verjuleikara og sneiðir bóltin í málið.
49min.: 17-23 til H71. Verjan hjá Neistanum veit ikki um Peter Krogh fer til vinstru ella høgru – tað argar teir og hesaferð skorar hann við høgra armi.
48min.: 17-22 til H71. Mark Lausen-Marcher økir aftur um leiðsluna.
47min.: 17-21 til H71. Regin Petersen dansar seg leysan á strikuni og minkar um munin.
47min.: Mark Lausen-Marcher misnýtir brotskast. Hann rakar á tvørtræið.
46min.: 16-21 til H71. Ári E. Dam sleppur inn at royna at taka brotskast frá Róa Berg Hansen, men neistamaðurin er tryggur og minkar um munin.
45min.: 15-21 til H71. Peter Krogh í eyðkendum stíli við langskoti.
45min.: Innskifti Torkil Mørk Hentze skjýtur við síðuna av og so fer H71 í álop.
43min.: 15-20 til H71. Rói Berg Hansen heldur lív í vónini og er aftur á blettinum, hesaferð umvegis brotskast.
43min.: 14-20 til H71. Rói Berg Hansen rennur seg leysan og fær mál.
43min.: 13-20 til H71. Neistin lorkar enn ein bólt burtur og Peter Krogh takkar fyri. Tað skrædnar hjá Neistanum, sum aftur tekur time-out.
42min.: 13-19 til H71. Hilmar Leon Jakobsen skorar eftir skjótálop.
40min.: 13-18 til H71. Álopsspælið hjá Neistanum er farið í tómgongd. Skjótálop endar við brotskasti til H71 og tveir minuttir til Regin Petersen. Nicholas Satchwell bjargar royndini hjá Jónasi G. Djurjuus, men Neista-verjan svevur og Jónas vinnur returbóltin. Mark Lausen-Marcher skorar.
39min.: Tóraldur Kollsker tekur at kalla alt, sum fyri honum kemur í seinna hálvleiki. John í Innistovu roynir seg av vonginum, men Tóraldur stendur stinnur.
39min.: Neistin tekur time-out. Serliga bretski hjálparvenjarin, Scott Harrington, gevur leikarunum ein vals.
38min.: 13-17 til H71. Mark Lausen-Marcher leggur bóltin upp í luftina til Hilmar Leon Jakobsen, sum av vonginum sýnir lopstyrki og fullførir eitt hegnisligt mál.
37min.: Veteranurin, Regin Petersen, er settur á vøllin at stjórna Neista-álopinum. Fyrsta royndin miseydnast.
36min.: 13-16 til H71. Peter Krogh gerst leysur og skjýtur sítt fyrsta mál í dystinum.
36min.: 13-15 til H71. Neistin minkar um munin alt fyri eitt.
35min.: 12-15 til H71. Jónas G. Djurhuus er næstan leysur, men finnur hegnisliga ein enn leysari Helga Hoydal, sum fær bóltin í málið.
35min.: Tað er av sonnum komið lív í dystin. Teis Horn Rasmussen gongur ov harðliga um Helga Hoydal og fær tveir minuttir.
33min.: Tað er plásstrot í høllini á Hálsi, har áskoðarar sita heilt fram til síðulinjuna. Ein takkling hjá Peteri Krogh, sum kostaði honum tveir minuttir, tók ein áskoðara við í fallið.
32min.: Peter Krogh rennur seg leysan úr mansverjuni, men er trýstur í skotroyndini og fær ikki mál. Neistin fer í álop, men missur bóltin.
31min.: 12-14 til H71. Málskjútti er eingin annar enn málverjin, Tóraldur Kollsker, sum sendir bóltin allan vegin í hin endan og í málið eftir at Neistin miseydnast við royndini at spæla við eyka útispælara.
Hálvleikur: H71 á odda 12-13. Hilmar Leon Jakobsen syrgir í evstu løtu fyri, at H71 sleppur til hálvleiks á odda við einum.
28min.: Javnleikur 12-12. Neistin má skjóta úr 10 metrum, Tóraldur Kollsker bjargar lættliga og Mark Lausen-Marcher skorar eftir gjøgnumbrot.
28min.: Nicholas Satchwell lesur enn einaferð skotroynd hjá Peteri Krogh.
27min.: Nicholas Satchwell hevur lisið skotroyndina hjá Peteri Krogh, men Neistin ger álopsfeil í skjótálopinum.
26min.: Neistin á odda 12-11. Sigmundur Nolsøe fær ikki mál, men tað fær Rói Berg Hansen í hinum endanum, og so er Neistin aftur á odda.
25min.: Javnleikur 11-11. John í Innistovu gerst leysur og fær mál av høgra vongi.
24min.: Neista-álopini taka drúgva tíð. Jugoslav Djumic verður hildin av trimum hoyvíkingum og fær einans fríkast.
22min.: H71-verjan hevur fingið tamarhald á Neistanum. Rói Berg Hansen er í trýstari støðu og fær ikki bóltin framvið Tóraldi.
22min.: H71 á odda 10-11. Jónas G. Djurhuus er væl upplagdur og sendir enn ein bólt í netið útifrá. So eru hoyvíkingar á odda.
21min.: Herbjørn Lava roynir at leggja Neistan á odda aftur, men tað eydnast ikki.
20min.: Javnleikur 10-10. Jónas G. Djurhuus skorar upp á brotsspark, sum Pætur Thomsen tiltuskaði sær eftir at Teis Horn Rasmussen dekkaði innanfyri.
19min.: Neistin tekur málverjan út í álopsstøðu og hevur eyka útispælara, sum spælir sum ein eyka strikuspælari. Tað eydnast næstan – Tóraldur Kollsker bjargar.
19min.: 10-9 til Neistan. H71 spælir breitt og Pætur Thomsen sleppur inn av høgra vongi og skorar. Neistin tekur time-out.
18min.: Sjúrður K. Thomassen liggur slættur og hevur fingið ein snudd. Hann situr fyribils uttanfyri.
18min.: 10-8 til Neistan. Pætur Thomsen rennur inn í vøllin og sendir bóltin í longra málhorn.
17min.: Loksins fekk H71-verjan tak á Neistanum og Tóraldur Kollsker bjargar.
15min.: 10-7 til Neistan. Nú fekk Mark Lausen-Marcher hol á við eyðkenda skoti sínum.
15min.: 10-6 til Neistan. Rói Berg Hansen eftir væl uppsett álop.
14min.: Ótolið spæl hjá H71, sum bara fær hálvan málmøguleika og Nicholas Satchwel bjargar lættliga.
14min.: 9-6 til Neistan. Tilvildarligur bóltur støkkur til Jugoslav Djumic, sum syrgir fyri, at Neistin framvegis hevur trivaliga leiðslu.
13min.: 8-6 til Neistan. Pætur Thomsen sleppur út um ytsta verjuleikaran og minkar um munin.
12min.: 8-5 til Neistan. Jugoslav Djumic tiltuskar sær enn eitt brotskast, sum Rói Berg Hansen skorar ímóti Tóraldi Kollsker.
12min.: 7-5 til Neistan. Jónas G. Djurhuus minkar um munin.
12min.: Nicholas Satchwell bjargar lættliga langskoti frá Mark Lausen-Marcher. Eisini Ári E. Dam bjargar skotroynd hjá Sjúrði K. Thomassen úr spískum.
11min.: Venjaratoymið hjá H71 er væl skilligt ikki nøgt við dystarbyrjanina og Petur Mittún leggur timeout-kortið á borðið.
10min.: 7-4 til Neistan. John í Innistovu er komin væl frá byrjan og aftur skorar hann av høgra vongi.
10min.: 6-4 til Neistan. Jónas G. Djurhuus við góðum skoti útifrá.
9min.: Neistin á odda 6-3. Tróndur Arge hjá H71 fær tveir minuttir fyri takkling. Brotskast, sum Rói Berg Hansen gagnnýtir.
8min.: Tekniskt mistak hjá H71, sum gevur Neistanum enn ein møguleika.
8min.: Neistin á odda 5-3. Andrass Joensen hevur verið kvikur á fótum fyrstu løtuna. Nú fintar hann seg leysan og økir um leiðsluna.
7min.: Pætur Thomsen hevur ikki hepnið við sær og rakar enn einaferð stongina.
7min.: Neistin á odda 4-3. John í Innistovu er leysur á vonginum og skorar.
6min.: Javnleikur 3-3. Tað er nógv pláss, nú Neistin mansverjir Peter Krogh. Jónas Djurhuus finnur hegnisliga Trónd Arge, sum er leysur og javnar.
5min.: 3-2 til Neistan. Helgi Hoydal verður fóðraður á strikuni og minkar um munin.
4min.: 3-1 til Neistan. Ári E. Dam bjargar brotskastinum hjá Róa Berg Hansen, men John í Innistovi er fyrstur á returbóltinum og leggur Neistan á odda við tveimum.
3min.: Mark Lausen-Marcher fær tveir minuttir fyri harðliga takkling ímóti Andrassi Joensen.
3min.: Pætur Thomsen rakar stongina og Neistin fer avstað við bóltinum.
3min.: 2-1 til Neistan. Neistin fær brotskast, sum Rói Berg Hansen setur trygt í netið.
2min.: Javnleikur 1-1. Pætur Thomsen loypir inn av høgra vongi og sendir bóltin í longra málhorn.
2min.: 1-0 til Neistan. Jugoslav Djumic stríðir seg leysan á strikuni og leggur teir bláu á odda.
1min.: H71 fær einki burturúr fyrsta álopinum, og nú fer Neistin í álop.
20sek.: Neistin roynir at spæla hoyvíkingum eitt puss alt fyri eitt við at mansverja stórskjúttan, Peter Krogh.