H71 vann stórt í Vestmanna

Tað var klassamunur, tá 1. deild hjá VÍF í kvøld tók ímóti besta liðnum hjá H71.

Longu eftir fyrsta korterið var H71 strokið avstað, og so var spurningurin bara, hvussu tryggur sigurin skuldi vera hjá gestunum.

Endaliga úrslitið vísti, at 25 mál vóru á muni, og so kann H71 gera seg til reiðar at spæla hálvfinalu.

 

Besti málskjútti hjá VÍF var Magnus Muller, sum skeyt 7 mál. Esbern Patursson og Dánjal Tórgarð skutu 10 mál í part fyri VÍF.

 

VÍF 1-H71 15-40 (7-19)