Hondbóltur
Endaliga plaseringin av bronsukrónunum var mest sum avgjørd, longu áðrenn farið varð undir dystin á Skála. Og tí var eisini ivasamt, hvussu nógv liðini løgdu í dystin leygardagin. Eitt nú hevði StÍF ongan av teimum við, sum eisini spæla fótbólt, og tað viknaði sjálvandi nógv um liðið.
Tað vóru eisini hoyvíkingarnir, sum struku avstað við sigrinum, soleiðis at teir - hóast alt - kundu enda kappingarárið við tveimum sigrum, eftir at møguleikin fyri FM-finaluni varð tveittur burtur við fleiri tapum á rað seinna partin av endaspælinum.
Leygardagin løgdu gestirnir seg skjótt á odda, og í veruleikanum vóru strandingarnir ongan tíð nær námind sigrinum. Móti dystarenda minkaðu teir nakað um munin, men nærri enn tvey mál komu teir ongantíð.
Fakta um dystin
StÍF-H71 29-33 (9-15)
Málskjúttar
StÍF: Sveinur Justinussen 11, Leivur Justinussen 7(4), Jón Rasmussen 3, Alexandur Johansen 3, Bent Djurhuus 2, Borgar Danielsen 2, Artur Johansen 1
H71: Johnny Durhuus 14(6), Sigtór Andreasen 6, Piti Negru 5, Bjarni Sørensen 4, Niels Viggo Niclassen 4
Brotskøst: StÍF 5, H71 6
Útvísingar: StÍF 2, H71 5
Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Paulason