Oddaliðið, Kyndil, tók í dag ímóti nýkosnu steypavinnaranum, H71, ið áðrenn dystin lá á fjórða plássi í SMS-deildini.
Og tað var H71, sum, basti oddaliðnum 24-22 eftir ein róligan dyst, har tað merktist á spenninginum, at liðini bæði longu hava tryggjað sær hálvfinalupláss.
Enn meira merktist á dystinum, at Kyndilsliðið var sera skert. Bert tríggjar útileikarar og ein málverja hevði oddaliðið á bonkinum, har saknurin serliga mundi vera í Súnu Krossteig Hansen, sum framvegis stríðist við skaða.
Og tí gjørdist ongin ovfarin av, at H71 byrjaði dystin best.
H71 var tíðliga í dystinum á odda við fýra málum, men við einari góðari 5-1-verju, fekk Kyndil steðga H71-álopinum. Lyklin mundi vera Bjørt Krossteig, sum vardi høgt á vøllinum, og trýsti H71-álopið til mistøk.
Í hinum endanum fingu Bára Krossteig Hansen og Natasja Hammer víst seg fram við góðum skotum, og so vendi Kyndil dystinum og var á odda í hálvleikinum. Tá høvdu tær báðar, Bára og Natasja skorað ávikavist seks og fimm mál av teimum 13 Kyndils-málunum. H71 hevði 11.
Dystarmyndin var hin sama í seinna hálvleiki, har Kyndil hevði hug at økja upp í trý og fýra mál á muni. Men frá støðuni 22-19 tá ið einir seks minuttir restaðu í, koppaði aftur. Tað eydnaðist H71 at fáa stórskjúttarnar hjá Kyndli eitt sindur burtur frá skotstøðunum, og Kyndil fekk ikki fleiri mál í dag. Vár H. Thomsen kom inn í H71-málið og forðaði fyri teimum møguleikum, ið komu, og í hinum endanum eydnaðist tað serliga Mariu Halsdóttir Weyhe, at finna loysnir í álopinum. Ein minutt fyri leiklok, legði hon eisini H71 á odda 23-22, og Kyndil misnýtti stutt eftir ein møguleika at javna. H71 fekk bóltin aftur, spældi næstan alla tíðina út eftir eitt time-out, og so kundi Lív B. Zachariassen seta seinasta bóltin í netið til 24-22 júst sum klokkan ljóðaði.
Vónbrotið hjá Kyndli og gleðin hjá H71 var kortini so sum so, og Bára Krossteig Hansen hjá Kyndli og Durita Toftum Joensen hjá H71 ásannaðu eisini í samrøðu við FM1, at hugurin fyrst og fremst liggur á hálvfinalunum, ið eru fyri framman.
Hoyr dystarenda og samrøður á FM1 við at trýsta HER.
Kyndil – H71 22-24
Kyndil: Bára Krossteig Hansen 9, Natasja Hammer 9, Karin Midjord 2, Anja Eliasen 1, Emma Hansdóttir 1
H71: Maria H. Weyhe, Lív B. Zachariassen 5, Marita Mortensen 5, Guðrið á Borg 4, Durita Toftum Joensen 1, Vár B. Zachariassen 1, Christina Arge 1
##ms##