H71 vann norðuri í Klaksvík

H71 heldur fast um 2. plássið í Atlantic Airways kappingini.

 

H71 spældi í kvøld á útivølli norðuri í Klaksvík ímóti Team Klaksvík í Badmintonhøllini.

 

H71 vann 32-24, aftaná eina 16-14 leiðslu í steðginum. Team Klaksvík fylgdi leingi væl við, men seinasta korterið dróg H71 spakuliga frá heimaliðnum, sum ofta vísur seg at fella tað seinasta korterið.

 

H71 hevur 29 stig fyri 22 dystir. VÍF, sum tekur við Kyndil í Vestmanna nú hevur 24 stig fyri 20 dystir, men kann koma uppá 26 stig við sigri á Kyndli í kvøld. Kyndil var á odda 15-14 í steðginum.