Eftir at hava tapt móti Team Klaksvík stóð nógv á hjá H71, tá teir í kvøld vitjaðu hjá Kyndli.
Ein sigur her kundi bera við sær, at hoyvíkingar vunnu tap ella javnleikur vildu borið við sær, at teir kundu rúka heilt úr steypakappingini - alt eftir, hvussu leikur fór á Skála. Kyndil skuldi hinvegin í minsta lagi hava eitt stig, um teir skuldu vera vísir í víðari luttøku.
Tað eydnaðist H71 ar vinna dystin - og harvið oddasessin í bólkinum.
Tað var H71, sum byrjaði dystin betur, og hóast streymslitið eisini argaði á Hálsi, so hildu gestirnir fram við sama lag, tá tað aftur var spælandi.
Munurin var tó ongan tíð tann heilt stóri, og fram móti dystarenda kom Kyndil eisini upp á javnt. Seinastu tvey málini í dystinum fullu tó til gestirnar, og so kundu hoyvíkingar fegnast um bólkasigurin, sum gevur dyst móti 2'aranum í bólki 1 í hálvfinaluni. Ikki heilt uttan týdning, tí hin møguleikin var VÍF, sum í ár tykist vera stórfavorittur til at vinna tað, sum vinnast kann. Hvør verður nummar tvey í bólkinum verður avgjørt í annaðkvøld, tá Neistin spælir móti næst besta liðnum hjá H71.
Tá alt kom til alt, so vildi eitt tepur tap ikki sent H71 úr kappingini. Á Skála vann StÍF nevnliga stórsigur móti Team Klaksvík í einum dysti, har hart spæl setti dagsskránna, og har ein skaddur Sveinur Justinussen mátti til Havnar at kanna, hvussu álvarsligur skaðin í økslini er.
StÍF vann dystin 35-24, men tað munaði lítið í samlaðu støðuni.
Kyndil-H71 18-20 (10-13)
StÍf-H71 35-24 (18-11)
Støðan:
H71 4 stig
Kyndil 4 stig
StÍF 2 stig
Team Klaksvík 2 stig