SMS-Deildin: H71 - VÍF 27-22
Oddaliðið, VÍF, vitjaði H71 í SMS-deildini í kvøld.
Liðini møttu við hvørjum sínum huglagi, tí H71 hevði fingið vána úrslit seinastu tvær vikurnar.
VÍF hevði hinvegin fingið alsamt betri úrslit síðani einasta ósigur kappingarársins - ímóti júst H71.
Sí eisini:
VÍF og Stjørnan vilja hevna seg í kvøld
Og H71 skuldi aftur vísa seg at hava takið á vestmannakvinnum í kvøld.
Marita Mortensen var í stórformi í H71-álopinum, meðan Annika Fríðheim Petersen bjargaði í heilum og úr øllum støðum.
Eftir lítlari løtu var H71 frammanfyri 5-2 og tað gjørdist lítið frægari fyri vestmennakvinnur.
Við hálvleikssteðgin var H71 á odda 14-8, men okkurt bendi á, at VÍF hevði fingið fatur á rætta spælið, tí VÍF minkaði niður í 14-11 áðrenn H71 svaraði aftur.
Og nærri kom VÍF í roynd og veru ongantíð. Dystarmyndin fór aftur at líkjast henni í fyrra hálvleiki, munurin vaks upp í eini átta mál og endin var ein greiður sigur til H71 við úrslitinum 27-22.
| H71 – VÍF 27-22 (14-8) | |
| SMS-deildin, 13/11/2019 | |
| Málskjúttar H71 | |
| Marita Mortensen | 8 |
| Maria Halsdóttir Weyhe | 6 |
| Durita Toftum Joensen | 5 |
| Elisabeth Holm Simonsen | 4 |
| Sofie Søberg Larsen | 3 |
| Eva Barba Arge | 1 |
| Málskjúttar VÍF | |
| Durita C. Jojic | 6 |
| Liljan Müller | 4 |
| Ingibjørg Olsen | 4 |
| Lise Marie Evensen | 3 |
| Agnas Olsen | 3 |
| Lív Ingdórsdóttir | 1 |
| Heidi Maria Akselsen | 1 |
Støðan í SMS-deildini eftir dystirnar í kvøld
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | VÍF | 9 | 249 | 198 | 51 | 14 |
| 2 | H71 | 8 | 212 | 185 | 27 | 12 |
| 3 | Kyndil | 7 | 184 | 125 | 59 | 10 |
| 4 | Neistin | 8 | 196 | 168 | 28 | 10 |
| 5 | Stjørnan | 9 | 225 | 240 | -15 | 8 |
| 6 | StÍF | 9 | 193 | 270 | -77 | 4 |
| 7 | VB | 8 | 169 | 242 | -73 | 0 |











