##med2##
Hoyvíkskvinnur koma aftur á sigursslóðina við einum sannførandi avriki móti VÍF í Hoyvíkshøllini í kvøld.
H71 vann greitt 27-22. Longu í steðginum var H71 á odda 14-8. Trý mál var tað nærmasta VÍF kom H71 áðrenn heimaliðið dróg frá aftur.
Úrslitið merkir, at H71 er nummar tvey í SMS-deildini við 12 stigum, bert tvey stig aftanfyri VÍF sum er á odda við 14 stigum.
Marita Mortensen gjørdist toppskjútti hjá H71 við átta málum. Maria Halsdóttir Weyhe skoraði seks mál fyri H71. Men tað var málverjin Annika Fríðheim Petersen sum stóð sterkast í myndini við fleiri rimmar bjargingum, ikki minst tá VÍF hevði frírennarar.
Durita C. Jojic gjørdist toppskjútti hjá VÍF við seks málum. Ingibjørg Olsen og Liljan Müller skutu fýra mál hvør fyri VÍF.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum, og hoyr Sjúrð taka samanum ein uppibornan heimasigur.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Lív Ingdorsdóttir hjá VÍF, ið skoraði eitt mál í kvøld. Lív slær fast, at tær í VÍF ætla at koma sterkt aftur móti VB á heimavølli sunnudagin.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við málverjan hjá H71, Anniku Fríðheim Petersen, ið kann fegnast um egið avrik og avrikið hjá liðnum, og ein góðan sigur sum hevur stóran týdning aftaná tap í tveimum teimum seinastu dystunum: - Vit vóru sera tendraðar, sigur Annika.
Inni á Skála vann Stjørnan 27-24 (13-12) á StÍF. Maruka Gima var toppskjútti hjá StÍF við 11 málum. Jansy Jacobsen var toppskjútti hjá Stjørnuni við sjey málum.