Tað skuldi umdystur til, áðrenn H71 kundi fara avstað við hálvfinalu atgongumerkinum í Hoyvíkshøllini í kvøld.
Neistin stillaði við sterkastu manning, hóast talan var um Neistan 1, sum er næst besta liðið há felagnum. Tað stendur venjaranum frítt at velja um spælarar umboða besta ella næst besta liðið í steypakappingini.
Tí bleiv dysturin í Hoyvíkshøllini væl meiri spennandi enn hvat ein kundi rokna við frammanundan. Neistin var á odda við tveimum málum, tá minni enn tveir minuttir restaði í, men hoyvíkingar megnaðu at javna beint fyri tíð.
Síðani var farið til umdyst, sum er tvær ferðir fimm minuttir. Her vann H71 við tveimum málum, men avgerðin fall ikki fyrr enn í seinastu sekundunum.
Coca Cola Cup steypakappingin menn fjórðingsfinalur
H71 Neisitin 27-25(Eftir umdyst)
Mikudagin 9. jan 2013
19.30 Team Klaksvík StÍF
20.00 KÍF Kyndil
Hósdagin 10. jan 2013
19.30 VÍF Neistin