H71 undir trýsti

Eftir tapið móti Neistanum seinast hevur H71 illa ráð at fara av vøllinum í Vestmanna uttan stig

Hondbóltur

 

Eftir fleiri góð umfør, har hoyvíkingar veruliga høvdu vunnið seg nær toppinum, mátti H71 av vøllinum við ongum, tá Neistin vitjaði seinast.

Júst Neistin hevur verið harðasti kappingarneytin hjá H71 í dystinum um annaðplássið, og skulu teir bláu ikki veruliga leypa avstað, skal H71 hava okkurt burtur úr dystinum hetta vikuskiftið.

Móti VÍF í Vestmanna verður uppgávan tó neyvan truplari enn tað sama. Á heimavølli hevur VÍF vunnið alt higar til í ár, og ivaleyst eru teir svangir eftir einum sigri, nú teir í vikuni enn eina ferð máttu lúta fyri StÍF í steypakappingini. Og svongdin verður neyvan minni, tá hugsað verður um, at júst H71 er einasta liðið, sum hevur bast VÍF í landskappingini í ár.

Neistin, sum altso er nummar tvey, tekur á heimavølli móti StÍF. Strandingar hava verið heilt væl við í oddastríðnum, men seinastu vikurnar hava ikki hilnast serliga væl, og fáa strandingarnir ikki glið á skjótt, er vandi fyri, at teir enda í ongamannalandi.

Og so verður eisini botnuppgerð millum Kyndil og KÍF. Bæði liðini hava tvey stig undan dystinum, og eingin ivi er um, at spælararnir leggja nógva orku í, soleiðis at teir ikki skulu halda jól á botnsessinum.