KÍF-H71 20-23 (12-11)
H71 var stórfavorittur undan dystinum, men hetta tóktust kollfirðingarnir tó ikki at leggja tað heilt stóra í.
Gjøgnum fyrra hálvleik vóru teir støðugt omaná, men fyrsta løtan av seinna hálvleiki kostaði tó nógv á máltalvuni.
H71 leyp tá avstað, og hóast vertirnir royndu at toga seg aftur, so gekk hetta ikki.
Fyri KÍF skoraði Arnbjørn T. Hansen 8 mál. Regin Joensen skoraði 5 av málunum hjá H71.