H71 til próvtøku

Neistamenn hava stóran part av árinum verið partur av oddastríðnum. Og teir verða undir øllum umstøðum í minsta lagi nummar tvey eftir dystirnar í dag.

Men vinnur H71 grannauppgerðina, sum verður á Hálsi, verður munurin millum liðini bert eitt stig, og tí er einki at ivast í, at H71 fer at kýta seg.

Oddaliðið, StÍF, hevur samstundis vitjan av KÍF, sum er afasta liðið í Atlantic Airways-kappingini.