Mansliðið hjá H71 er í hesum døgum niðri í Kroatia fyri at spæla dystir í øðrum umfarinum í European Cup.
H71 tapti í kvøld fyrra dystin fyri kroatiska liðnum, Trogir við sjey málum. Trogir vann dystin 29-22. Í steðginum var Trogir á odda 14-10.
Seinni dysturin millum H71 og Trogir verður leiktur fríggjadagin klokkan 18.30.
Trogir-H71 29-22 (14-10) - fyrri dystur í øðrum umfarinum í European Cup
H71: Ísak Vedelsbøl 6, Sveinur Olafsson 6, Bogi Hansen 4, Jón Rói Mohr Høgnesen 2, Høgni Højsted 2, Helgi Poulsen 1, Sakaris Aniano Sakarisson 1.











