H71 steðgaði Kyndli

Kyndil-H71 27-27 (10-15)

Kyndil hevur nærum ikki verið at steðga seinastu dystirnar, men júst tað megnaði H71 í kvøld.

Hoyvíkingar vístu alt fyri eitt, at talan avgjørt ikki skuldi verða um lætta uppgávu hjá Kyndli, og sum dysturin leið, tóktist ?gamla? kompleksið hjá Kyndli móti H71 at gera um seg.

Eftir steðgin vaknaðu teir grønu tó. So líðani ótu teir H71-leiðsluna upp, og tá teir skoraðu til 27-26 var rómurin øgiligur.

Ein fyrrverandi Kyndils-spælari, Niels Viggo Niclassen, steðgaði tó fagnaðinum, tá hann átti seinasta orðið í dystinum.

Stigamissurin ber við sær, at Kyndil nú neyvan verður partur av FM-finaluna. Skulu teir tað, so er kravið ein 12-mála sigur á Neistanum, tá grannauppgerð verður á Hálsi sunnudagin.