H71 skiftir ein U17-vinnara út og tríggjar inn

Elias Ellefsen á Skipagøtu, Janus Dam Djurhuus og Bogi Hansen eru í hópinum hjá H71 í kvøld

Evropa Cup dysturin ímillum H71 og Maribor Branik verður leiktur í Høllini á Hálsi í kvøld klokkan 19.00 - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

Les eisini

FM1 sigur aftur frá Evropa Cup í kvøld

H71 ger tríggjar útskiftingar sigur til næsta dystin í Challenge Cup ímóti Maribor Branik.

Út fara Andrias Fríðuson Gaard, Djóni Gaard Joensen og European Open vinnarin við U17-landsliðnum, Baldur Gillason.

Inn kemur millum annað Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið var valdur týdningarmesti leikari í European Open kappingini, og sum eisini hevði høvuðsleiklutin í álopinum hjá H71 áðrenn hann breyt nøsina ímóti VÍF.

Síðani hevur stórtalentið stríðst við sjúku og einki bendi á at hann kundi spæla hesar Evropa Cup dystirnar.

Men í gjár var hann so byrgur, at hann vandi við H71-hópinum, og í dag er hann skrivaður í í hópin.

Tað er ivasamt hvussu nógvar minuttir spælskiparin kann fáa, og in.fo væntar neyvan at hann verður at síggja á vøllinum fyrstu løtuna.

Afturat Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, eru liðfelagarnir frá U17-landsliðnum, Janus Dam Djurhuus og Bogi Hansen skiftir inn í hópin.

Sí eisini um Evropa Cup dystirnar hjá H71 (trýst)

Samrøður og samanumtøka frá fyrsta dystinum (H71 - Maribor 25-24)

H71 vann Evropadystin – men tað kundi verið enn betri

Elias verður ikki við (grein undan fyrra dystinum)

Hilmar Leon spælir! (grein undan fyrra dystinum)

Hetta er mótstøðan hjá H71 (grein undan fyrra dystinum)

Kjartan um Evropa Cup (grein undan fyrra dystinum)

H71 vil endurskapa finalupottin á Hálsi (grein undan fyrra dystinum)

FM1 sigur eisini frá Evropa Cup (grein undan fyrra dystinum)

Sjálvboðið arbeiði og stuðlar eru avgerandi í Evropa Cup (grein undan fyrra dystinum)