Høllin kókaði, tá hoyvíkingar góvu alt teir høvdu í sær og vunnu uppiborið á VÍF í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini hjá monnum.
Burtursæð frá fyrstu tíggju minuttunum av seinna hálvleiki hevði H71 tamarhald á støðuni og megnaði at halda leiðsluna, liðið hevði vunnið sær í fyrra hálvleiki. Hesar fyrstu tíggju minuttirnar eftir steðgin hótti VÍF og Áki Olsen (gjørdi fýra mál hesa løtuna) við at renna hoyvíkingar um koll, men vestmenningar komu ongantíð nóg nær og megnaðu ikki at halda trýstið.
Tað vóru serliga síðstu tíggju minuttirnir av fyrra hálvleiki, sum vóru avgerandi fyri úrslitið. Tá tók H71 seg frá 7-6 upp á 14-6, og hesin munurin vísti seg at vera ov stórur hjá VÍF at taka innaftur. Hoyvíkingar spældu væl hesa løtuna, men hinvegin má sigast, at føroyameistararnir úr Vestmanna ikki spældu upp til sítt besta. Álopsspælið riggaði als ikki, og tá holini komu, vórðu tey ikki útnyttað. Hetta broyttist í seinna hálvleiki, men tá var ov seint.
VÍF-liðið broytti taktikk eftir steðgin og fór at verja meira offensivt. Tað riggaði væl eina løtu. Krossbóltarnir hjá H71 vórðu fangaðir, Hans Guðmundsson varð vardur betur, og tá Neil Bláhamar minkaði til 18-15, kom veruligur spenningur í aftur. VÍF hevði jú vunnið fyrru hálvfinaluna 30-28, so nú var bert eitt mál á muni í samlaða úrslitinum.
Men gula og bláa ballónin brast. VÍF megnaði ikki at halda trýstið, og serliga Jákup Símun Simonsen var effektivur í mótálopunum. Hesi mótálopini gjørdu av við VÍF, sum mátti síggja H71 fara avstað við finaluplássinum. Á H71-liðnum spældi Andreas F. Hansen við fyri fyrstu ferð. Hóast hann bert fekk tvey mál, vísti hann enn einaferð, at hann framvegis er millum bestu strikuspælarar í Føroyum, millum annað, tá hann tveitti seg inn í málteigin eftir einum leysum bólti og fekk stýrt honum inn undir Jón Nielsen í VÍF-málinum. Andreas er ein góður styrkur hjá H71, sum eisini man vera sterkasta hondbóltslið í høvuðsstaðnum í løtuni.
H71-VÍF 26-20 (15-8)
H71: Hans Guðmundsson 7, Jákup Símun Simonsen 7, Halgir D. Olsen 5, Annfinn N. Debess 3, Andreas F. Hansen 2, Hallur Danielsen 1, Olaf Vestergaard 1.
VÍF: Áki Olsen 10, Ingi Olsen 4, Sámal Joensen 2, Neil Bláhamar 1, Martin Hummeland 1, Petur F. Joensen, Rógvi Nielsen 1, Hjalmar K. Olsen 1.
Útvísingar: H71 6, VÍF 2.