Dreingir 18 hjá H71 vunnu í kvøld tryggan sigur á Neistanum í finaluni í Faxe Kondi steypakappingini. Hetta er sætta árið á rað, at H71 vinnur steypafinaluna hjá dreingjum 18.
Hoyvíkingar løgdu seg beinanvegin á odda, og Neistin megnaði ongantíð at hótta H71. Úrslitið var 30-20.
Neistin kláraði als ikki at fylgja við hoyvíkingum, og tá farið varð til hálvleik, var H71 á odda 14-10. Elias á Skipagøtu skjeyt heili níggju av teimum 14 málunum hjá H71 í fyrra hálvleiki.
Gongdin var tann sama í seinna hálvleiki. H71 byrjaði betur, og økti leiðsluna allan dystin. Málverjin hjá H71, Pauli Jacobsen, sum varð kosin til dagsins leikara, gjørdi tað trupult hjá Neistanum at fáa mál, og endin var, at hoyvíkingar vunnu sannførandi.
Fyrr í kvøld vann H71 eisini steypafinaluna hjá gentum 18. H71 vann 25-19 móti Neistanum.
Málskjúttar hjá H71:
Elias á Skipagøtu 11, Vilhelm Poulsen 6, Sveinur Olafsson 5, Pauli Mittún 3, Hákun Vest av Teigum 3, Leivur Mortensen 1, Baldur Gillason 1.
Málskjúttar hjá Neistanum:
Dánjal Ragnarsson 6, Jákup Nolsøe Olsen 4, Julian Jónsson Kragesteen 3, Karl Martin Olsen 3, Bjartur Hansen 1, Ragnar Samuelsen 1, Pál Niclasen 1, Jóhannes Bjørgvin 1.
Dreingir 18:
Finala millum H71 og Neistan
Úrslit: 30-20 til H71
Gentur 18:
Finala millum H71 og Neistan
Úrslit: 25 – 19 til H71