H71 tók sunnudagin ímóti KÍF í høllini í Hoyvík. H71 er í ferð við at spæla eitt nýtt lið saman, og tí var KÍF kanska lítil favorittur til henda dystin. Tað legði heimaliðið líka í. Teir vunnu tryggan sigur á kollfirðingum, og við eitt sindur av hepni kundi sigurin verið enn størri. Meðan H71 leikararnir kunnu vera væl nøgdir við sín innsats, so kunnu kollfirðingar vera alt annað enn nøgdir. Teir vóru verri á øllum økjum, men serliga í kontrafasuni vóru hoyvíkingar klassar frammanfyri KÍF.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$H71 omaná frá byrjan
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Tað sást frá byrjan, at H71 vildi meir í hoyvíkshøllini sunnudagin enn KÍF. Teir vunnu sær eina tvey mála leiðslu beinanvegin, og henda helt sær til eitt gott korter var farið. So tóku hoyvíkingarnir eitt ordans hál. Frá at vera frammanfyri 5-4, øktu teir eftir lítlari løtu uppí 10-5, og so var grundin løgd fyri einum góðum úrsliti.
KÍF royndi at koma innaftur í dystin, men illa gekst. Spælið koyrdi illa, og tá teir endiliga komu fram móti málinum, so stóð ein vælleikandi Levi Nybo í vegin. Hetta var ikki dagurin hjá KIF.
Móti endanum av fyrra hálvleiki bragdaði tó eina løtu hjá KÍF. Verjan byrjaði at rigga, og áðrenn hálvleik høvdu teir minka um munin niður í tvey mál.
Nú sá út til, at KÍF-leikararnir vóru vaknaðir, og nógv mundu vænta, at annar hálvleikur fór at vera eitt sindur øðrvísi. Hoyvíkingarnir tyktust vera farnir nakað niður við høvdinum, so spenningurin lá í luftini undan seinna hálvleiki.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ungi Dánjal í hopla
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Seinni hálvleikur byrjaði, sum fyrri endaði. KÍF sá veruliga út til at hava fingið gott tak á hoyvíkingum, og tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik høvdu teir javnað.
Men so fór H71 maskinan veruliga í gongd, og serliga mótálopið koyrdi heilt ótrúliga væl hjá ungu hoyvíkingunum. Teir øktu støðugt um leiðsluna, og tað sást týðiliga, at KÍF ikki hevði nakað aftursvar ímóti skjóta spælinum hjá H71.
Eitt korter inní seinna hálvleik hevði H71 aftur vunnið sær eina 3 mála leiðslu, og hesa bara øktu teir um. Tá 20 minuttir vóru farnir av hálvleikinum fór bert 17 ára gamli, Dánjal Tórgarð í gongd. Saman við einari góðari H71-verju rann hann kollfirðingarnar um koll, og ferð aftaná ferð var hann fyrstur fram í mótálop. Einsamallur við málverjanum var hann aloftast tryggur, og við honum á odda, hevði H71 vunnið seg heili 7 mál fram um kollfirðingar við bert 2 minuttum eftir at leika.
Hesar tveir minuttir fekk KÍF minka um munin, soleiðis at úrslitið at enda gjørdist 27-22 til vælleikandi unga liðið hjá H71.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sigurin var fult uppiborin
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Sjálvt um nógv áðrenn kappingarárið hava sett spurnartekin við styrkina hjá hoyvíkingum, so vístu teir veruliga, at teir eisini kunnu gera seg galdandi í kappingini í ár. Sigurin hjá teimum í gjár var fult uppiborin, og serliga stuttligt var at síggja skjótu mótálopini, sum vunnu dystin í seinna hálvleiki.
Um KÍF ætlar at gera sær nakrar vónir um eitt gott úrslit í ár, so mugu teir vísa aðrar taktir í komandi dystunum. Verjan var ov tung, álopið ov seint, og so fingu teir alt ov fá løtt mál. Meðan H71 fingu eini 10-15 mál upp á mótálop, so fekk KÍF tvey ella trý. Nevniliga mótálopini var stóri munurin á liðunum í gjár, og tað var serliga her, at H71 vann dystin.
Málskjúttar H71:
Dánjal Tórgarð 7, Esbern Patursson 6, Tróndur Vatnhamar 5, Poul K. Dam 3, Niels Viggo Niclasen 3, Christian E. Zachariassen 2, Gunnar Bláberg 1
Útvísingar H71: 4
Málskjúttar KÍF:
Karl Johan Djurhuus 5, Daniel Rapa 5, Damir Oros 4, Eddie Joensen 3, Petur M. Poulsen 3, Niklas Reginsson 2
Útvísingar KÍF: 4