H71 - Neistin 22-22 (11-13)
Sí samrøður frá dystinum við at trýsta her
Javnleikar eru sjáldsamir í hondbólti, men seinastu tvey kappingarárini hava Neistin og H71 spælt mangar slíkar. Tað hendi aftur í kvøld og fyri aðru ferð hetta kappingarárið.
Í einum sera tøttum og dramatiskum dysti endaði tað 22-22. Neistin var við yvirlutan í fyrra hálvleiki, og vóru millum annað á odda við fýra málum einu løtuna.
Serliga var áhugavert at síggja teir báðar vanligu eykamálverjarnar, Mikkjal Hansen hjá Neistanum og Jóhan Hofgaard hjá H71 fremja eina langa røð av flottum og avgerandi bjargingum.
Í seinna hálvleiki vendi dysturin til fyrimuns fyri H71. H71 tók skjótt leiðsluna aftur, og tá ið einir átta minuttir restaðu í, var støðan 21-17 til H71.
Men so fekk Neistin fatur aftur. Mikkjal Hansen læsti aftur málið, og H71 fingu ov nógvar útvísingar móti sær - fýra útvísingar seinastu tíggju minuttirnar - so at Neistin kundi koma inn aftur í dystin.
Endin var at Neistin javnaði til 22-22 við einum fimtan sekundum eftir, og fingu vart fyri mótálopinum hjá H71.
Sostatt er staðfest at Neistin endar millum tey fýra fremstu saman við VÍF. H71 og Kyndil liggja til at taka hini bæði hálvfinaluplássini, og tørva tvey stig afturat fyri at tryggja hetta.
Málskjúttar hjá H71
Vilhelm Poulsen 6, Rúni V. Højgaard 5, Peter Krogh 4, Brandur Halgirsson 3, Leivur Mortensen 3, Pætur Thomsen 1,
Málskjúttar hjá Neistanum
Rasmus Søby 8, Høgni Zachariassen 4, Tróndur Mikkelsen 3, Pál Niclassen 2, Tróndur Kragesteen 2, Rune Olsen 2, Dánjal Ragnarsson 1,