Í dag frá klokkan 15 til 16 verður upptakt til steypafinalurnar í hondbólti á FM1. Tað koma umboð fyri bæði mansliðini og kvinnuliðini hjá finalistunum úr H71 og Neistanum. Eisini fer Ári Roach, samskipari hjá Hondbóltsambandinum, at greiða frá hvussu tað verður við áskoðarum.
Í fyrra partinum av tímanum verða tað umboð fyri kvinnufinalistunum, sum vitja. Tað verða Maria H. Weyhe úr H71, og Marjun F. Danberg úr Neistanum. Tær koma óiva at spæla ein stóran leiklut í finaluni.
Í seinna partinum av tímanum verða tað Ári E. Dam úr H71, og Dánjal Ragnarson úr Neistanum, sum vitja í studio.
FM1 ynskir eisini at hoyra frá tær. Hvat tippar tú til finalurnar. Send sms á 559999. Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, so ert tú eisini vælkomin at senda sms á 559999.
FM1 sendir eisini beinleiðis frá finalunum. Byrjað verður at senda leygardagin klokkan 15, tá hondbóltspanelið verður sendursent. Síðani verður sent beinleiðis úr høllini á Hálsi frá klokkan 16. Kvinnufinalan byrjar klokkan 17, og mansfinalan byrjar klokkan 19.30.